Fúsi vann várkappríðing í Vágum

Leygardagin var skipað fyri fyrstu FM kappríðingini í 2015. Vága Ríðingarfelag var vertur á flúgvarabedingini í Vágum.
Nógv ross vóru tilmeldaði, aftaná nøkur ár har luttøkutalið er kvinkað niðureftir, sær nú út til at vend er komið í. Hesuferð vóru 28 tilmeldingar í mun til 20 í fjør.

Byrja var við Tølt, her vann Regin Poulsen á hestinum Baldur, tíðin var 23,9 sek.. Skeiðkappingina vann Anna Magnusen á Sokki við tíðini 12,6 sek. Tey eiga bæði rossini sjálvi. Trav vann Eiler Joensen á Savoy sum Berit Joensen eigur, vinnaratíðin var 49,1 sek.

Tvíspor ung vann Ragheiður Dam á ryssuni Brá ið Grækaris Joensen eigur, tíðin var samlað næstbest av øllum hendan dagin. Elisabeth Niclasen á Sinu gjørdist nr. 2 og Angelika Sondum á Teistu gjørdist nr. 3.

Tvíspor ll flokk vann Jonita á Plógv á ryssuni Blanka sum Petur Múller eigur, nr. 2 gjørdist superveteranurin Svenning Reinert á Brynju. Svenning er 79 ára gamal, so hetta er vorðið sum bragd av hesum manni, ið hevur riðið kapp longur enn nakar annar vit eru vitandi um. Nr. 3 gjørdist Jóan H Davidsen á Tobba.

Størsti spenningurin var helst um Tvíspor l flokk. Føroyameistarin frá 2013, Fúsi hjá Zacharias R. Jacobsen var ikki við í kappingini í fjør vegna skaða. Nú skuldi vit so fáa sjón fyri søgn um hesturin enn var líka kvikur sum hann plagdi.
Og um nakar ivaðist áðrenn leygardagin, gera tey tað so ikki longur. Fúsi vann greitt við tíðini 19,3 sek. Hetta var eisini besta tíðin á breytini hendan dagin. Nr. gjørdist Rebekka Simonsen á Urd hjá Sjúrða Samuelsen. Nr. 3 var Annfin Reinert á Vør sum Sjúrður Samuelsen eisini eigur.

Úrslit eru at síggja her:
Úrslit Várkappríðing 2015