H71 tekur í egnan barm

Mynd: Jan Sørensen, H71.fo

Eftir tapið hjá besta mansliðnum móti VÍF sunnudagin tekur heimasíðan hjá H71 í egnan barm og staðfestir, at VÍF var betra liðið.

Dysturin hevði stóran týdning av fleiri orsøkum, umframt at vera eitt høvi, at seta upp ein varða á leiðini móti FM finaluni, so var hetta eitt høvi hjá liðnum úr Hoyvík at fáa busta ósigurin í steypa hálvfinalunum av sær.

“Í fyrru helvt av seinna hálvleiki hevði mann eina kenslu av, at hetta nokk skuldi fara at ganga, og í hvussu er ein spennandi endi. Tá 16 min. vóru leiktir av seinna hálvleiki, var bert eitt mál á muni 17-16 til VÍF. Hetta var so nær, vit komu, tí seinastu minuttirnar hepnaðist alt nógv betur hjá heimaliðinum enn hjá okkum. Teir drógu frá og vunnu ein tryggan 25-19 sigur.

Skrivar Jan Sørensen á heimasíðuni, les alla dystarfrágreiðingina her.