Hafþór breyt 1.000 ára gamalt met

Mynd: Hafþór Júlíus Björnsson á Instagram

Íslendski risin Hafþór Júlíus Björnsson vann um vikuskiftið kappingina heimsins sterkasti víkingur, og á veg móti sigrinum breyt hann sambært Iron Mind eitt met, ið hevur verið partur av íslendskum søgnum í 1.000 ár.

Hetta hendi, tá Hafþór bar ein viðabul, ið var 10 metrar langur og vigaði 650 kg fimm fet. Við hesum kom hann fram um Orm Stórólfsson, ið sambært søgnini bar ein líkandi viðabul 3 fet, áðrenn ryggurin brotnaði.

Í mun til Orm, brotnaði ryggurin hjá Hafþóri ikki, og hann sigur sambært heimasíðuni Reykjavík Grapevine, at nú er málið at vinna kappingina um at gerast heimsins sterkasti maður, og sambært honum er einki, ið kann steðga honum og einki, ið kann bróta hann.