Havnar Róðrarfelag tjóvstartar venjingina

Mynd: Fríðbjartur Miðberg

Longu tann 18. januar hittust rógvarar hjá Havnar Róðrarfelagi á fyrsta sinni hetta kappingarárið. Sambært Facebook-profilinum hjá róðrarfelagnum bjóðaði formaðurin, Róar W. Dalsgaard, vælkomin og segði frá um reglur, sum eru galdandi tá man rør við Havnar Róðrarfelag.

Aftaná kom Mona Breckmann oman í Álaker at halda ein fyrilestur um venjing til kappingarárið, gott samanhald bæði á sjógvi og á landi, hvussu nógv rættur kostur hevur at siga og ikki minst samanhald í felagnum.

Mona vísti á fleiri góð dømi, sum øll kunnu brúka sum rógvarar og sum menniskju. Eftir nógv góð kostráð, vóru øll svong og endaðu dagin við einum góðum bita.

Sí fleiri myndir