HB bussur inn á Skála

HB hevur møguleikan at koma ájavnt við stigametið hjá B36, um teir vinna á Skála í dystinum í morgin.

Føroyameistararnir eru longu 16 stig frammanfyri næsta kappingarneyta KÍ á øðrum plássi og 17 stig frammanfyri B36 á triðja plássi, og meistaraheitið er langt síðan komið í hús. Men metið hjá B36, ið er 67 stig, kann takast tí HB hevur 64 stig við trimum dystum eftir. Tí er tað við spenningi, at HB fjepparar fara á Skála í morgin.

HB Stuðlar skipa fyri ókeypis bussi sum fer frá Ítróttarhøllini í  Havn kl. 14.30, allir HB’arar eru vælkomnir við.