HB tekur ímóti AB

Í morgin, sunnudagin verður eitt lokalbrak í Gundadali, tá fyrrverandi HB venjarin Oddbjørn Joensen kemur við argjamonnum í Gundadali, og eini ætlan um at koppa sínum fyrrverandi arbeiðsgevara.

Bæði liðini eru broytt nakað síðan í fjør, m.a. er HB stórtalentið Kristin Mouritsen fluttur yvir á hin áarbakkan, samanumtikið, tykist AB liðið at hava sterkari og breiðari úrval enn í fjør.

Eisini HB hevur mist onkran leikara, og aðrir eru komnir til, eins og nakrir ungir leikarar eru komnir tættari at plássi á fyrsta liðnum.

Her er nógv uppá spæl, serliga fyri HB, ið seinastu 10 árini hevur vunnið 5 FM, hetta er eitt FM annað hvørt ár, og í fjør vann man ikki FM. Tí eru ambitiónirnar sum vant sera stórar, og trýstið har eftir.

Seinasti dystur millum liðini í Gundadali í fjør endaði við sigri til AB, ein ósigur, sum í síðsta enda kostaði HB FM gull.

At AB nú tykist at hava spælt sær til eitt rættiliga fast pláss í bestu deildini, gevur teimum eitt frælsi at hyggja uppeftir í tabellini.

Dysturin er sunnudagin kl. 15.00 í Gundadali.