HB vann fyrra slagið um Havnina

Allan Dybczak er nýggjur venjari hjá U18 og 2. liði hjá HB. (mynd: Rakul Hansen fyri HB.fo)

Bæði besta og næstbesta lið hjá HB hava grannauppgerðir hetta vikuskiftið, HB II vann fyrsta slagið um Havnina.

Fyri aðru ferð innanfyri eina viku, máttu hoyvíkingar av sínum heimavølli á niðaravølli í Gundadali við einari flongju frá HB.

Annað lið hjá HB vísti nemmliga Giza Hoyvík hvar skápið skal standa, tá liðini brustu saman í 2. deild. Meðan Giza stóð seg væl móti fyrsta liðið hjá HB heilt inntil tað skrædnaði eftir ein tíma, so var ferðslan uppaftur meira einvegis hetta vikuskiftið. HB smurdi Giza av 1-7.

Teit Jacobsen legði HB framum eftir 5 minuttiir, og hóast Ahmet Keita  fekk minkað um munin til 1-3 beint áðrenn steðgin, so var HB sigurin ongantíð veruliga hóttur, tí í næsta minutti hevði Rói av Fløtum økt aftur til 4-1. Áðrenn hetta høvdu Adrian Justinussen og Páll Mohr Joensen skotið hvør sítt mál fyri HB.

Heri H. Mohr økti munin til 5-1 aftaná steðgin, og løtu seinni fekk Teit Jacobsen enn eitt mál, áðrenn Christian Eli Zachariasen lukkaði málveitsluna til 7-1.

HB er nú nýtt oddalið í 2. deild frammanfyri jús Giza, ið veruliga fingu minkað um málmunin, ið áðrenn hendan dystin var 10-1.