HER GLINTA HAMRAR UM ANGANDI VIÐ

Ólavsøkuróðurin er í hondum, og við honum røkkur tjóðarítróttur okkara sínum hæddarpunkti. Ein seinasti róður, áðrenn ungdómar og tilkomin leggja árarnar inn og seta bátarnar í neystini aftur at hvíla borðini fyri veturin.

Og nú vit eru við hin føroyska árabátin. Ásannandi, at hann eigur ein so umráðandi part í okkara tjóðarbygging, hevði tað sømt seg, um Havnin sum fyrsti staður gav honum eitt virðiligt pláss í býarmyndini. Ikki eitt støvmuseum, men eitt livandi bátahús – ein bátaportal – ið skal vera portrið hjá borgarunum inn til henda týðandi part av søgu okkara.

Liggjandi við hugnaliga umhvørvið við Eystaru vág ella Vestaru vág hevði portalurin átt sítt sjálvsagda pláss. Hugsandi kann hann vera í tveimum ella trimum hæddum. Á miðhædd og lofti skulu vera skiftandi framsýningar og upplivingar, í teirri niðastu skal vera eitt aktivt neyst, sum skapar lív og gevur kontakt við sjógvin. Eitt róðrarfelag kundi verið ein møguleiki.

Øll fáa vit gleði av portalinum. Við savninum uppiá kunnu ferðafólk, barnagarðar, skúlaflokkar, eldrasambýli og borgarar allir uppliva hin føroyska árabátin gjøgnum tíðirnar við frásagnum, myndum og rættiligum bátasmíði, har vit síggja og sansa okkara tjóðarhandverk. Tí her skal ikki savnast, her skal skapast!

Í neystinum niðriundir kann ein uppliva dagsins árabátar í verki, og við eini lítlari lending uttanfyri vera umstøður at bjóða børnum, ferðafólki og gestum annars róðrarupplivingar, har tey fáa kontakt við sjógvin.

Tað er alt hetta, sum skapar bátaportalin og ger hann til eina livandi eind. Her hoyrast søgur frá aldrandi monnum, her glinta hamrar um angandi við, her forvitnast børn og vaksin, og her ressast gamlir abbar. Vit føla ta mentan, sum skapti Føroyar.

Hugskotið fremur eisini tey ynski, ið hava verið frammi í politisku skipanini um at varðveita føroyska bátin og føroyskt bátasmíð, og tað møtir fleiri av teim tilmælum, sum vórðu sett fram í álitinum um at skapa føroyskum bátasmíði livilíkindi. Álitið varð latið Føroya landsstýri í 2012.

Hugsandi er, at Tórshavnar býráð ella landið stendur fyri portalinum og leigar ella keypir einhvønn bygning, sum hóskar til endamálið. Viðkomandi myndugleikar og áhugafeløg standa síðan fyri teim tilboðum og upplivingum, sum portalurin skal bjóða. Niðriundir er neystið ein natúrligur partur av portalinum, og bátarnir kunnu sýnast fram og lata upp fyri møguleikum at flota hjá børnum og ferðafólki undir skipaðum viðurskiftum.

Góða ólavsøku.