Í Tvørmegi fáa havnarfólk megi

Tríggir av venjarunum í Tvørmegi: Anna Kalsø, Marjun Persson og Ingrid Patursson. (Mynd: Ditte Mathilda Joensen)

Í mai 2013 opnaði venjingarmiðstøðin Tvørmegi í gomlu upptøkuhølunum hjá sjónvarpinum í Vørðsluni. Á heimasíðuni hjá Tvørmegi verður upplýst, at CrossFit er spennandi og mennandi venjing, ið rættiliga hevur tikið dik á seg aðrastaðni.

Tvørmegi er fyrsti veruligi CrossFit depilin í Føroyum. Altjóða navnaskrásetingin í CrossFit felagskapinum er CrossFit Tórshavn, meðan Tvørmegi er okkara serstaka føroyska navn, ið vit vilja nýta saman við føroysku kundum okkara. Vit hava tikið stig til Tvørmegi, tí vit meta at stórur tørvur er á hesum venjingarhátti í føroyska venjingarumhvørvinum. Vit ætla við Tvørmegi at styrkja føroyingin- vanlig fólk, ítróttin og elituna, á einfaldan og funktionellan hátt.

Dentur verður lagdur á tvørmegi, ið er orka, styrki og fimi í samansjóðari heild. Tvørmegi hevur týdning í gerandisdegnum, í ítrótti og í mun til heilsu yvirhøvur. Megi og heilsa fylgjast. Í Tvørmegi venja tey altíð ymiskt, dygt og við fullari orku. Tey nýta leysar vektir og okkara egna kropp. Venjingin verður altíð tillagað í mun til støðið hjá tí luttakandi. Venjingin er skipað í toymisundirvísing, tann sokallaða WOD (Workout Of the Day).

Sí myndir í myndasavninum her.