Ísland vann eisini seinna dystin

A-landsliðið við kvinnum tapti eisini seinna dystin á venjingarleguni í Íslandi. Úrslitið gjørdist 6-1 til íslendsku vertinar í FÍFAN-høllini í Reykjavík

Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo

Hóast føroyska kvinnurnar komu væl frá byrjan, og vóru væl við allan fyrra hálvleik, so endaði seinni dysturin á venjingarleguni í Íslandi kortini við sannførandi sigri til íslendsku vertirnar.

Longu í 3. minutti legði Jónvá Hentze Føroyar á odda, og sum heild var talan um ein javnan dyst fyrstu trý korterini. Ísland javnaði tá lítil hálvur tími var spældur, og 1-1 var eisini støðan, tá liðini fóru at hvíla seg.

Men meðan tað vóru føroysku kvinnurnar, ið komu væl frá byrjan í fyrra hálvleiki, so løgdu tær íslendsku fyri sum eitt óløgi, tá seinni hálvleikur fór í gongd. Beinanvegin eftir steðgin skoraði Ísland tvær ferðir, og hetta tók luftina úr okkara leikarum og sum fráleið byrjaði føroyska orkan eisini at ganga undan.

Seinastu tíggju minuttirnar skrædnaði av álvara í føroysku verjuni, og tá avtornaði vunnu tær íslendsku sannførandi. Úrslitið gjørdist 6-1 til Ísland.

Næsti uppgáva hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum verður undan undankapping á Malta í døgunum 4. til 9. apríl. Vinnarin av tí kappingini, sum verður ímillum Føroyar, Malta, Andorra og Georgia spælir seg víðari til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.