Javnleikur í kavanum

Í kavanum í Gundadali mikukvøldið møtti HB NSÍ, ið fekk ein javnleik heim víð til Eysturoynna.

Ein stórur biti at gloypa so tíðliga um árið, og við so lítlari venjing í beinunum. Vit sluppu eisini at síggja nógvar útskiftingar har ungir eisini leikarar sluppu at royna seg.

Dysturin endaði 1-1 eftir, at HB hevði lagt seg á odda. NSÍ málið kom eftir ein stóran vejufeil, ið kostaði sigurin.

Fyri havnarfólk er tó gleðiligt at síggja, at HB spældi álopssinnaðan fótbólt, og kláraðu næstan at basa liðnum, ið longu frammanundan er spátt at berjast um meistaraheitið.