Klaksvíkingur styrkivenur

Manningin á Klaksvíkingi eru farnir at venja.

Sambært almenna Facebook-vanganum hjá manningini á Klaksvíkingi, so eru teir av álvara farnir undir venjingina til komandi kappingarárið. Um myndirnar ikki eru heilt nógv photoshoppaðar, so mugu manningarnar á róðrabátunum í Havn taka sær um reiggj, um teir skulu standa seg í kappingunum í summar.

Herfyri skrivaðu vit um manningarnar í Havnar Róðrarfelag, sum høvdu havt vitjan av Monu Breckmann frá MonaFitness til at fáa íblástur og góð ráð til venjing. Men við øllum hasum kilounum, sum klaksvíkingar syfta upp, so er ikki nokk við ráðum og íblástur. Nú má venjast. Og tað hart.

Manningin á Klaksvíkingi hevur góðar umstøður til styrkivenjing.
Manningin á Klaksvíkingi hevur góðar umstøður til styrkivenjing.