KÍ er ringasta útilið í Effodeildini

Savnsmynd: HB/Rakul Hansen

Einans 2 stig í 5 dystum, so soltin er úrtøkan hjá KÍ, ið hevur tað torført uttan fyri bøgarðarnar í ár, tað er annars eitt KÍ lið, ið hevur rýkiligt av hjálp uttan í frá, tí liðið hevur til hetta kappingarárið styrkt seg bæði við leikarum og venjara uttan í frá. Men einki hjálpir.

KÍ hevur annars á heimavølli næst bestu úrtøkuna, sum Norðlýsið vísir á í dag. Einasta liðið, ið hevur megnað at tikið stig frá teimum í Klaksvík er sum ikki einaferð eitt havnarlið, nemmiliga HB.

Tað eru eisini havnarliðini, ið dominera hagtølini á útivølli, har B36 liggur fremst við 9 stigum úr 4 dystum, frammanfyri HB og TB við 8 stigum frá 5 dystum.

1. B36             9 stig (4 dystir)
2. HB               8 stig (5 dystir)
–  TB                8 stig (5 dystir)
4. NSÍ              6 stig (4 dystir)
5. Víkingur        6 stig (6dystir)
6. ÍF                 4 stig (5 dystir)
7. EB/Streymur 4 stig (6 dystir)
8. FC Suðuroy   3 stig (4 dystir)
9. AB                3 stig (6 dystir)
10. KÍ               2 stig (5 dystir)