Nógvar bátsmanningar taka Ódnartøk á Bátastevnu í Vestmanna í dag kl. 17.00

Seinasta og avgerðandi umfarið í várkappingini í ódnartøkum, verður á bátastevninu í Vestmanna í dag kl. 17.00. Byrja verður frá grótkastinum undir havnaskrivstovuni og málið er út fyri flakavirkið. Róð verður uml. 150 metrar, svarandi til eini 30 tøk. Hvør manning rør tríggjar ferðir.Róðrarnir ganga skjótt fyri seg, so kappróðurin varðar um leið ein tíma.

Sera javnt er í fleiri av róðrunum.
Hjá 5 mannaførum vid gentum  er Firvaldur av Tvøroyri á odda við 14 stigum, meðan Jallurin og Drekin úr Havn eru javnir á øðrum plássi við 11 stigum hvør. Tað sermerkta er, at manningin á Firvaldi, eru tær sum luttóku í barnaróðrinum í fjør, og sostatt longu gera seg galdandi millum gentu manningarnar, har tær eru ynsktar av lutttakaandi manningunum. Firvaldur hevur higartil verið sera sannførandi og vunnið 5 av 6 róðrum. Jallurin hevur vunnið ein róður.

Hjá  6-mannaførum við monnum er sera javn. Gongurólvur, mannaður við tilkomnum monnum, hevur 13 stig meðan Rádni úr Fuglfirði er í hølinum á teimum við 12 stigum. Hetta merkir at tann báturin sum verður fremri av hesum báðum í Vestmanna vinnur Ódnatøkini.

Hjá 5-mannaførum við kvinnum er Erla Kongsdóttir, mannað við yngri og eldri rógvarum, á odda við 14 stigum, meðan Teistin hevur 12 stig og Jallurin 10 stig.

Hjá 8-mannaførunum er Argjabáturin einsamallur á odda, men í Runavík fekk hann harða kapping frá Heiðabátinum og vann m.a. ein av róðrunum. Tað gleðiliga er, at eitt 8-mannafar afturat hevur meldað seg til. Talan er um Tofta Regin úr Vági. Vágbingar hava keypt Ørv frá Havnar róðrarfelag og givið bátinum navni Tofta Regin. Tað munna verða mong ár síðan vágbingar hava manna eitt 8-mannafar seinast.

Hjá 10-mannaførunum er Havnarbáturin á odda við 13 stigum. Havnarbátuin vann tveir av trimum róðrum í Runavík, meðan Ormurin Langi vann ein róður í Runavík. Føroyameistarin og favoritturin til at vinna FM aftur í ár, Drekin Reyði var ikki við í Runavík. Tí verður spennandi at vita um Havnarbáturin og Ormurin Langi fara at knúgva Drekan Reyða í Vestmanna.  Havnarbáturin hevur, sum nevnt 13 stig, Ormuirn Langi 11 stig, Nólsoyingurin 11 stig og Drekin Reyði 7 stig.

 

Í liðkappingini er støðan áðrenn seinasta umfar hendan:

1.     Fuglafjarðar- og Frobiarsóknar Róðrarfelag 14 stig.

2.     Havnar Róðrarfelag 12 stig.

3.     Rórðrarfelagið Knørrur 11 stig.

4.     Argja Róðrarfelag 9 stig.

Reglurnar fyri liðkappingina er, at hvørt felag meldar lið til við trimum manningum á hvørjum liði. Td. kann eitt lið vera ein barnamanning gentur, 6 mananfør menn og 10 mannafør. Vinnarin er tað liðið, sum fær flest stig eftir stigskipanini hjá RSF, út frá teimum róðrunum sum bátarnir á liðnum luttaka í. Hetta fyri alla kappingina. Um so er, at eitt felag ikki fær mannað lið, ella hevur bátar í avlopi, kann tað manna lið saman við øðrum felag. Hetta er tað Fuglafjarðar- og Frobiarsóknar Róðrarfelag hava gjørt.

 

Startrøðin hjá bátunum er henda:

5. Mannafør gentur

7 Fípan Fagra
8 Drekin/Sílið
9 Firvaldur
10 Jallurin
11 Blikur
12 Havfrúgvin (barnaróður gentur)

6. Mannafør menn

6 Sølmundur
7 Lómur
8 Jarnbardur
9 Gongurólvur
10 Rádni
11 Herningur
12 Páll Fangi

 

5. Mannafør kvinnur

7 Ørnin
8 Jallurin
9 Erla Kongsdóttir
10 Teistin
11 Spógvin
12 Drekin

8. Mannafør

8 Tofta Regin
9 Argjabáturin
10 Heiðabáturin
11 Miðvingur

5. Mannafør dreingir

8 Havfrúgvin (barnaróður dr.)
9 Tjaldur
10 Ørnin

10. Mannafør

8 Nólsoyingur
9 Havnarbáturin
10 Ormurin Langi
11 Drekin Reyði