Ódnartak – Ein mannfólkabrestur á Ólavsøkuróðrinum

Ódnartak er nakað nýtt og spesielt á ólavsøkuróðrinum. Ein stuttlig krúlla, ein festlig sloyfa, ein fólkslig finala – kalla tað, hvat tú vilt, men tað riggar skidegott!

Í ódnartaki starta bátarnir við reyvini heilt inn ímóti bryggjuni, beint undir stóru mannamongdini, og spreingja so útfrá í einum ordiligum mannfólkastarti. Tað er stutt og intenst, og ert tú heppin at vera har, so upplivir tú rokið og spenningin frá fyrstu parkett og sært pulsin banka í æðrunum á monnum. Bátarnir rógva bara góðar 100 metrar, og alt kann henda.

Ódnartak varð fyrstu ferð fyriskipað til ólavsøkuróðurin í fjør. Tá vunnu vestmenningar. Verða tað nólsoyingar í ár? Fara klaksvíkingar at vísa, hvar Dávur keypti ølið? Gera argjamenn bart? Skulu vit síggja ræðandi styrkina hjá havnarmonnum? Ella meldar onkur dark horse til og hapsar heiðurin framman fyri nasunum á øllum?

Tað einasta, sum er púra sikkurt, er, at manningarnar fara at stríðast sum leyvur fyri sigrinum, og at tú fært eina fína uppliving.

Fakta um ódnartak:

Hvar: Við atløguplássið hjá Norrønu.

Nær: Stutt eftir tíggjumannafarsróðurin.