Róðrarsambandi gevur nólsoyingum eina umbering

(Skremprent kvf.fo)

Í 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum varð nógv gjørt burturúr eini hending, áðrenn 10 mannafarðs róðurin. Tá dómsnevndin hjá Róðrarsambandinum kravdi, at Nólsoyingar í seinastu løtu skrúvaðu ein lista úr bátinum, ið hevur verið har í 15 ár.

Síggj innslagið á kvf.fo

Øll hendingin tyktiskt margháttlig og keðilig, og endaði við at ávirka róðurin hjá Nólsoyingi nógv. Báturin endaði á einum síðsta plássi í róðrinum.

Nú vísr tað seg, at listin als ikki var brot á reglugerðina, og tí biður Róðrasambandið nú um umbering. Á rsf.fo stendur soleiðis:

Í samband við hendingina á norðoyastevnu farna vikuskiftið, tá manningin á Nólsoyingi av órøttum var løgd undir at hava brotið grein 4  í reglunum hjá Róðrarsambandi Føroya viðv. báti og trygd, vil nevndin í Róðrarsambandinum fegin taka í egnan barm og alment umbera mistakið.

Listin hjá lærmonnunum á Nólsoyingi, sum alt kjakið snúði seg um, var als ikki ólógligur, sum tað annars var borið fram av Róðrarsambandinum.

At listin mátti takast úr bátinum, man heilt sikkurt hava órógvað manningina á Nólsoyinginum sera nógv í róðrinum hendan dagin, og tað harmast nevndin í Róðrarsambandinum um. Men gjørt er gjørt, og nevndin kann ikki annað enn læra av hesum og syrgja fyri, at sama mistak ikki hendir aftur.