RSF heiðrar Dánjal Martin Hofgaard á torginum í SMS

Mynd: rsf

Í samband við at ferðalagið kemur heim úr Boston í morgin við einum heimsmeistara í viðførinum, skipar Róðrarsamband Føroya fyri móttøku á torginum í SMS í morgin, mánadagin 2. mars kl. 1630.

Til tiltakið verður okkara nýggi heimsmeistari, Dánjal Martin Hofgaard, heiðraður fyri sítt fantastiska úrslit og onkrar røður vera hildnar. Eisini vera blómur handaðar til allar rógvararnar. Okkurt ábit verður eisini at fáa afturvið róðrinum hjá Dánjal Martini á stórskíggja.

Møti fjølment at heiðra okkara frálíku luttøku í Boston. Vit gleða okkum at síggja nógv fólk á torginum.