SKAALE FRÁSØGUMAÐUR Á BRYGGJUNI TIL ÓLAVSØKURÓÐURIN

Ólavsøkuróðurin er vorðin stórt og fjølbroytt tiltak, og tað sker altíð okkurt á vágni og bryggjuni. Fyri at skapa eitt gott yvirlit yvir tiltakið, verður frá í ár ein frásøgumaður á bryggjuni, sum leypandi fer at kunna um skránna og tað, sum hendir. Frásøgumaðurin í ár verður Sjúrður Skaale. 

Mikrofonin á bryggjuni er eisini praktisk í aðra máta, tí hon leiðir skjótt foreldur og burturblivin børn samanaftur, og finnur tú eina burturmista brossju ella annað virðismikið, sum onkur hevur mist, so hjálpir frásøgumaðurin tær at finna eigarmannin aftur við at bera boðini ígjøgnum hátalararnar. Soleiðis verður tað ein heppin tænasta fyri øll.

Ólavsøka er, so kanska fáa vit eina góða ella tvær frá Sjúrði – hann kann nokk ikki bara sær. 

Frásøgumaðurin er ið hvussu er ein góð orsøk afturat at fara til ólavsøkuróður í ár.