Ven við HB kvinnum

Mynd: HB.fo

Um tú ert kvinna, elskar at spæla fótbólt og er eldri enn 30 ár, so gevur HB tær nú møguleikan til hetta. Hetta boðar felagið frá á heimasíðu síni.

Hvørt mikukvøld frá kl. 20.00-21.00 er møguleiki at spæla innandura fótbólt í høllini í HB húsinum.

Vilt tú vita meira, kanst tú kontakta Eyðvør Jakobsen 224355, Liljuna av Fløtum Petersen 599504 ella Eydnu Skaale 25 7176