Sjálvsstýrisrøddir alt valskeiðið!

Tað stuttu tíð eg sat á Fólkatingið, var tíðuligt, at har sat man ikki bara millum 7-10 onnur fullveldisfólk, sum vanligt var í Løgtinginum. Nei, har vóru ikki færri enn 176 onnur fullveldisfólk (Og so Edmund og Lars Emil). Hesi mongu fullveldisfólkini høvdu sum sína primeru uppgávu at verja tað fullveldi tey vórðu vald til at verja. Dittaðu tey sær at arbeiða ímóti fullveldinum, kundu tey vænta dóm og í ringasta føri enda í fongsli í fleiri áratíggju. 
Hetta var heilt øvugt av tí, sum eg var von við heima í Føroyum. 
Arbeiðir tú ímóti fullveldinum í Føroyum kanst tú rokna við at fáa ein riddarakross.

Nú fólkatingsval nærkast kappast flokkar – sum í síni vøggu vóru sjálvsstýrisflokkar – um at siga, at vit mugu hava eina sjálvsstýrisrødd á Danating! 
Hetta er gleðiligt. 
Eisini tí, at ein sjálvstýrisrødd er einasta rødd sum danir og danska Fólkatingið hevur virðing fyri.

Gott nokk gevur danska maktin sambandsumboðum rósir og herðaklapp og enntá góðar nevndarsessir. Tað er jú tað einasta, sum loysir seg taktiskt. Men tað eru sjálvsstýrisrøddirnar, sum tey virða, og sum tey lurta eftir og skilja og enntá eru samd við.

Latum okkum tí vóna, at vit fáa tvær sjálvsstýrisrøddir á Danating. Sjálvstýrirrøddir, sum veruliga meina tað. Sum ikki broyta orðaval og kós, nú valið nærkast, men sum eru sjálvsstýrisrøddir alt valskeiðið.