Barnajazzur við Jensinu

Jensina fer á pall við sínum barna tam tam í Norðurlandahúsinum, nú Vetrarjazzur lækkar móti endanum.

Jensina Olsen savnar altíð nógv børn og foreldur.

Nú ein væleydnaður Vetrarjazzur syngur sítt síðsta vers fyri í ár, verður barnajazzur í Norðurlandahúsinum.

Tað er multitalentið Jensina Olsen, ið fer á pall í Klingruni við Barna Tam Tam, sum hon sjálv nevnir tað.

Tiltakið kostar 30 kr. fyri hvørt barnið, og ein vaksin sleppur ókeypis við hvørjum barni, ið hevur goldið atgongumerki.