Felags mentan okkara størsta ríkidømi

Annika Olsen, borgarstjóri, setti í dag føroyska partin av Menningarnáttini 2017 í Reykjavík. Tiltakið var á Sendistovu Føroya seinnapartin, har nógv fólk var samankomið.

Røðan var soljóðandi:

Harra sendimaður, góðu íslendingar, góðu føroyingar – gestir og vinir!

Tað er mær sum borgarstjóri ein heiður at bjóða tykkum vælkomin á føroysku sendistovuna í Reykjavík, nú vit lata upp fyri føroyska partinum av Menningarnáttini 2017.

Tórshavnar kommuna og Sendistova Føroya hava í fleiri ár samstarvað um hetta tiltakið her á Sendistovuni í sambandi við mentanarnáttina. Vit eru fegin um at kunna vera við sum stuðul og samstarvspartur, og mín vón er, at Sendistovan og høvuðsstaðarkommunan í Føroyum eisini framyvir eru við til at geva eitt munagott føroyskt íkast til mentanarnáttina í Reykjavík.

Í góðum samstarvi læra vit hvør av øðrum. Í alheimshøpi eru vit brøðratjóðir lítlar, men við stóra havríkidøminum í huga, so eiga vit saman stóran part av øllum tí fiski, sum evropearar á fastlandinum vilja hava til matna. Hetta gevur okkum eina sterka serstøðu í altjóða høpi.

Ísland og Føroyar eru virknir partar í norðurlendskum samstørvum, sum bæði geva mentanarligar, búskaparligar og aðrar ágóðar. Vit samstarva innan fiskivinnu og aðra vinnu, útbúgving, gransking, ferðavinnu og innan fleiri partar av mentanarøkinum.

Tórshavn hevur harumframt fjølbroytt samstarv við serliga Reykjavík. Vit hava høvið at taka lut á sjómannadegnum her í Reykjavík, har serliga Westward Ho hvørja ferð fær stórfingna móttøku.

Vit hava eisini ta gleði at taka ímóti nógvum vitjanum úr Íslandi. Í mai mánaði høvdu vit avbera hugnaliga vitjan av Akranesi, seinni hevði eg tann stóra heiður at vera vertur, tá forseti Íslands, Guðni Jóhannesson, vitjaði Tórshavn og í Føroyum annars. Og nú á ólavsøku vitjaði eisini fyrrverandi íslendski stjórnarleiðarin, Johanna Sigurðardóttir, á Ráðhúsinum í Tórshavn.

Ísland og Føroyar eru bæði virknir partar í norðurlendskum samstarvi, sum bæði geva mentanarligar og aðrar ágóðar. Vit samstarva eisini innan ferðavinnu og á øðrum økjum, seinnu árini við serligum denti á at samskipa upplýsingarvinnuna í øllum útnorði.

Fyri okkum er tað eisini stór gleði á hvørjum ári at fáa eitt jólatræ í gávu frá Reykjavík, og sum altíð hugtekur havnarfólk og vitjandi nógv. Eisini hetta samstarv fevnir um meira enn bert træið, tí talan er eisini um at økja tilvitið millum okkara ungdóm fyri gróðurseting av trøum og viðarvøkstri og umhvørvinum sum heild. Seinast, træið varð tendrað, vitjaði Dagur B. Eggertsson, borgarstjóri Reykjavíkar, sum eg eisini fekk høvið at hitta í gjár.

Eg skal eisini her nýta høvið at heilsa og takka fólkinum í Suðavík og á Flateyri fyri stórfingnu gávuna, okkum varð givin nú í summar og sett upp í vøkrum umhvørvi í Prestlág skamt frá Vesturkirkjuni. Takk fyri høvið at avdúka júst hendan minnisvarðan, ið latin varð sum takksemisgáva frá bygdunum báðum til føroyska fólkið.

Hetta er enn eitt dømi um varandi og gott brøðralag, og at vit sum frændur altíð rætta hvørjum øðrum eina hjálpandi hond, tá á stendur.

Upplivingar og kreativt umhvørvi eru tað týdningarmesta í hugmyndini um hitt góða lívið hjá fólki í norðurlondum í dag. Undirhald, mentan, list og ítróttur skapa lívsinnihald í nútíðini og geva tær upplivingar, sum fólkið tráar eftir.

Vit hava eitt mennandi samstarv. Okkara listafólk hava í stórum tali leitað sær útbúgving, íblástur og fyrimyndir í Íslandi. Ikki so fá av okkara evnaríku fólkum innan tónleik, sjónleik og myndlist hava nomið sær listarligar útbúgvingar í Íslandi.

Felags søga okkara er nógv øðrvísi enn í hinum norðurlondunum. Ættarbondini eru mong og onkursvegna kenna vit okkum sum ein familja, har lívstræðrir eru bundnir saman. Vit eru eisini so ómetaliga lík á so mongum økjum. Vit kennast væl, vit samstarva væl og so mangan hava vit upplivað, at umsorganin fyri hvørjum øðrum røkkur langt út um vanliga galdandi mørk aðrastaðni.

Altíð hava føroyingar verið vælkomnir í Íslandi, eins og íslendingar altíð hava verið tað í Føroyum. At koma til Íslands, er ikki sum at koma burtur í onnur lond, men heldur sum at vitja skyldfólk og vinir í grannalagnum, og tí kann Ísland eisini vera okkum lagaligasta leiðin út í heim.

Les meira her