FRAMSÝNING VIÐ ANNÝ DJURHUUS ØSSURSDÓTTIR

Góða dreyma dagbók er heitið á Pop Up solo-framsýningini eftir Anný Djurhuus Øssursdóttir.
Øll eru hjartaliga vælkomin til fernisering hósdagin 14.02.19 kl. 17 til 20. Eisini er opið fríggjadagin 15.02.19 kl. 12 til 20. Framsýningin verður sýnd í Ostahúsinum (aftan fyri Perluna) og er bert opin í tveir dagar.
Góða dreyma dagbók, góði mánamaður, góðasta sjúka ketta, góða fitta omma.
Takk fyri eina hugnaliga nátt í góðum vertskapi. Takk omma, fyri blóðpylsu og temunn omaná. Tað var deiligt at sita úti á altanini og práta og telja stjørnuskot.
Góða ketta, eg helt tú hevði latið lív. 
Minst til ráðið mánin gav tær! 
Ansa eftir teimum longu gjøgnumskygdum klónum, tær brotna læt. 
Tú sært betri út nú, enn tá tú vart meira livandi.