Framsýningin Video Video við Johonnu Billing

Johanna Billing (1973) er svenskt listafólk, sum mest arbeiðir við hugtøkum í videolistini í døgunum 1. – 14. oktober sýnir hon fram í Norðurlandahúsinum.
Hon viðger evni, ið eru tengd at tí at læra og hvussu stóran týdning tíðin hevur fyri lærutilgongdir.
Filmarnir taka ofta støði antin í einum bólki av ungdómum, ið taka lut í ymsum virksemi, ella í einum einsamøllum meira ella minni óvirknum persóni. Við hesum samskiftinum millum tað einstaka og felagsskapin og millum luttøku og líkasælu, viðger listakvinnan torgreiddar spurningar um samanspælið millum menniskju yvirhøvur og serliga um fyrimyndirnar hjá tí svenska fólkaheiminum.