Hans Edward á egnum beinum

The Dreams og Gló oddamaðurin havnamaðurin Hans Edward Andreasen, hevur givið eitt nýtt kykmyndalag út undir egnum navni, ella næstan, í øllum førum undir egnum eyknevni, Swardi.

Hans Edward var fyri fáum árum síðum risa tannáringaidol í Danmark, tá hann á fyrst donskum og síðan á enskum sang popputta punk/rokkin hjá The Dreams. Men tað tykist ikki, sum um hann ætlar sær at royna at endurvinna hesar fjepparar við hesum lagnum, tí tað er føroyskum og stílurin er meira poppkendur, tó at tú heilt greitt kennur lagskrivingina hjá Hans Edward aftur.