Jóngerð Purkhús í Mullers Pakkúsi

Frá 17. til 26. august hevur Jóngerð Purkhús áhugaverda framsýning av tekstilverkum í Müllers pakkhúsi. Opið verður hvønn dag frá 14 til 18.

Jóngerð Purkhús, sum m.a. er kend sum fyrsta landsstýriskvinna Føroya – hon sat frá 1985 til 1991 – er fyri stuttum vorðin 80 ára gomul. Hon hevur seymað í áravís og á framsýningini sýnir hon fram fleiri enn 30 teppi úr vanligari myndastødd til seingjarteppi.

Meira verður at hoyra um framsýningina hósdagin.