Konsert fyri tey 0-4 ára gomlu

Babybandet og Norðurlandahúsið bjóða til eina hugnaliga løtu har røsluevnir og tónleikur eru miðpunkt. Konsertin er fyri børn í aldrinum 0-4 ár.

Babybandet er gjørt í stødd ekstra small, og tey framføra fyri gangandi sum grulvandi børnum. Sangirnir eru skrivaðir við rørsluvenjingum afturat, sum man kan taka við seir heim í stovuna og á pusliborðið.

Babybandet hevur sum mál at fáa tónleik inn í øll heim í Danmark og nú eisini í Føroyum, og tey byrja við teimum allar minstu.

Sangirnir frá Konsertini ”Babydag” handla um allan dagin hjá smábørnum, frá tey vakna, verða skift, meðan tey slappa av og eta, inntil tey skulu busta tenn og leggjast at sova.

Tónleikurin verður spældur við sangspølum, sum eru gjørd júst soleiðis, at tey rørsluevnini hjá barni tínum. Luise Føns og Anders Haaber hava skrivað tónleikin og tey vóna, at øll sum koma, taka sangirnar við sær heim í spælikamarið.