Danska stjórnin keypir stórt inn av listarverkum eftir Jóhan Martin Christiansen

Danski listargrunnurin Statens Kunstfond keypir stórt inn av listarverkum eftir Jóhan Martin Christiansen. Listarverkini eru á framsýningini SPOR, sum er at síggja á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn
Talan er um trý stór gipsverk (240 x 88 x 4,5 cm) sum eru keypt inn. Tey eru úr listarøðini Talva #1-5 (2016), og eru stoypt í gipsi og jarni við restum av eitt nú pappi, grasi, leyvi, sniglasporum, blekki og klisturbandi.

Statens Kunstfond, skrivar soleiðis í grundgevingini fyri keypinum av listarverkunum: ”Tað er góðskan í framleiðsluni og tað listarliga talentið, ið er avgerandi fyri, um vit keypa eitt verk. Samstundis skulu innkeypini endurspegla eina breidd og fjølbroytni í samtíðarlistini, og verkini skullu kunna koma til sín rætt í almenna rúminum. Allir stovnar, um teir eru statsligir, regionalir, kommunalir ella á annan hátt opnir fyri almenninginum, kunnu søkja Statens Kunstfond um ”deponering” (langtíðarlán) av listarverkum.

Framsýningin SPOR er opin hvønn dag til og við sunnudagin tann 20. august á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. SPOR hevur eisini verið sýnd í Listasavni Føroya í 2016.