OPEN MIC/OPEN STAGE, GESTIR HERI OLSEN (SOLO)

Mikukvøldið 4. apríl verður Open Mic/Open Stage í Reinsarínum. Serligur gestur hetta kvøldið er Heri Olsen (solo). Eftir framførsluna er pallurin opin, og møguleiki er hjá fólki, ið hava okkurt at framføra at gera tað.
Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður, har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Skráin er hendan:
19:30 – Innskrivan
20:00 – 20:30: Heri Olsen
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.
Stuðlað tiltakinum hava Føroysk Tónaskøld og Okkara.