Roynd í KT ella KT-amboð til royndina

Talgildingin av fráfaringarroyndini hevur fingið eitt skot fyri bógvin, men arbeiðið at talgilda royndina eigur at halda fram. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag

Skrivliga fráfaringarroyndin varð avgreidd á pappíri í ár. Og eftir friðinum á ymsu kjaktorgunum og í miðlunum at døma, so hevur royndin hepnast, og tað er gott. Tað er týdningarmikið, at skrivliga fráfaringarroyndin gongur eftir ætlan, tí tað snýr seg um prógvið hjá næmingunum. Út frá hesum kann avgerðin hjá Próvstovuni at flyta frá teldu til pappírsloysnina sigast at vera røtt. Royndin riggaði, og tað er nummar eitt.
Undanfarin ár hava fráfaringarroyndin og landsroyndin verið avgreiddar í Chamilo-skipanini. Mín niðurstøða er, at hendan skipanin ikki hevur megnað at talgilda royndirnar. Afturvendandi feilir í telduskipanini hava havt við sær øsing í miðlunum og ótryggleika millum næmingarnar. Hetta er als ikki nøktandi í eini roynd, har ið eftirmetingin av fakligu úrtøkini hjá næmingunum skal vera í miðdeplinum. Prátið um royndina hevur mest verið, um KT-skipanin fer at rigga, heldur enn, um uppgávurnar vóru á einum støði, at tær góvu eina meting av fakligu førleikunum hjá næmingunum.
Ein fyrimunur við talgildu Chamilo-skipanini er, at hon kann rætta uppgávurnar sjálvvirkandi. Men fyri at skipanin kann rætta, so eru avmarkingar, bæði hvussu spurningar kunnu setast, og hvussu næmingarnir fáa svarað spurningunum. Fyrimunurin við sjálvvirkandi rættingini, haldi eg, stendur langt frá mát við avmarkingarnar, skipanin setir.
Talgildingin av fráfaringarroyndini hevur fingið eitt skot fyri bógvin, men arbeiðið at talgilda royndina eigur at halda fram. Spurningurin er bara hvussu. Mín hugsan er, at vit eiga at sleppa strembanini eftir at finna eitt forrit, ið fær telduna at rætta næmingaavrik. Tað er eins gott, og helst ikki kostnaðarmeiri, at seta fólk at rætta. Vit eiga heldur at hugsa talgilding av royndunum við at geva næmingunum talgild amboð at brúka í dagliga arbeiðinum í skúlanum, so at tey fáa brúkt hesi til royndina.

 

Les meira her