Setanin av Blue Fashion Challenge

Mynd: Nora

Blue Fashion Challenge er í gongd og almenningurin hevur møgulleika at fylgja við. Frá mikudegi til leygardag kappast 11 viðurkendir sniðgevar í Østrøm, og dyrnar eru opnar, so øll kunnu fylgja við.

Nora hevur lagt hendan filmin út, har til ber at sleppa við til setanina, umframt at hoyra nakrar av sniðgevunum úttala seg.

(kelda Nora)