BÁRÐUR JOHANNESEN GESTUR MIKUKVØLDIÐ

Tá Open Stage/Open Mic verður nú mikukvøldið verður tað Bárður Johannesen, ið er gestur.

Í seinastu viku var tað Greta Svabo Bech, ið var gestur, og tiltakið var bæði væl eydnað og væl vitjað.

Open Stage/Open Mic er fyri øll tey, ið hava okkurt á hjarta og vilja sleppa at frambera tað fyri øðrum. Hetta er fyri sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarartil at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt.

Tiltakið er ætla at vera ein ein kreativur verkstaður har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.

Anna Iachino og Arnold Ludvig úr MonkeyRat eru vertir, og hvørt mikukvøld hava tey boðið einum serligum gesti at framføra.

Til annað tiltakið tann 15. apríl hava tey fingið vinnaran av kappingini, ”The Great American Song Contest 2011”, Bárdur Johannesen, jazz/pop/folk sangaran/sangskrivaran at vera serligur gestur.

Skraín er hendan:

19:30: Tilmelding
20:00 – 20:30: Bárður Johannesen
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
20:45 – 22:00: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis
Øll eru vælkomin! :)

Open Stage/Open Mic á Facebook