Týr gittarar horvnir á flogferð

Tá Týr ólavsøkudag flugu av Linate flogvøllinum í Italia til Keypmannahavnar við millumlending í Berlin, megnaði flogfelagið at missa tríggjar av teirra gittarum. Tveir Ibanez gittarar hjá Terja Skibenæs, og serligi RG30F7TYR, ið Ibanez hava gjørt í einum eintaki til Hera Joensen.

Serliga gittarin hjá Hera kann ikki erstattast, at tí, at hetta er tann einasti av sínum slag, ber heldur ikki til, hjá einum tjóvi, at brúka gittarin.

Týr sangarin er ikki bliðuur, á Facebook skrivar Heri soleiðis:

“Fucking airberlin lost my RG30F7TYR from Ibanez Guitars! It’s in a Scott Dixon Inc case with two other Ibanez guitars that belong to Terji. It was lost on the 29th of July, on our trip from Linate airport, Italy to Copenhagen airport, Denmark, with a stop at Berlin airport, Germany. It’s the only 7 string 30 fret Ibanez in the universe, so there’s really no point in stealing it!”