Vakrasta stað eg havi sæð

Trummuleikarin í UDO, Sven Dirkschneider, ið eisini er sonur tungmálmslegenduna Udo, var heilt bergtikin av Føroyum, ið hann kallar tað vakrasta staðið, ið hann hevur vitja. Teir vóru ein siglitúr við Norðlýsinum, og hetta gjørdi stórt inntrykk á trummaran.

“Á dett vikuskifti! Vitjaði tað vakrasta staðið, ið eg nakrantíð havi sæð í mínum lívi. Landslagið var ófatiligt her í Føroyum. Vit vóru ein frálíkan siglitúr seinnapartin í gjár, og ein fantastiska konsert um kvøldið! Fjøldin hoyrdist super væl, og eg slapp at síggja eitt sindur av konsertini við John Martin, sum er ein av sangskrivarunum í Swedish House Mafia! Einki annað at siga, bara glaður!”

Vitja Facebook síðuna hjá Sven Dirkschneider og síggj myndirnar, ið hann hevur lagt út frá Føroya ferðini.