Tónleikaradysturin

Hóast dysturin var javnur, og teir eldru tónleikararnir vóru frammanfyri 3-2 við fimm minuttum eftir at leika, so vóru tað tónleikararnir undir 30 ár, ið vunnu dystin við 4 málum móti 3, tá árligi tónleikaradysturin var á Ovastevnu í Nólsoy leygardagin.