Aðalfundur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur ársaðalfund 18. februar kl. 19:30 í hølum Føroya Arbeiðarafelags. Øll eru hjartaliga vælkomin og tað er møguligt at tekna seg sum lim á fundinum.

Umframt skrá sambært reglum felagsins eru onnur evnir afturat á skránni, millum annað uppstilling til komandi løgtingsval.

Aftaná aðalfundin fer formaðurin Aksel V. Johannesen at líta aftur á farna valskeið, og høvi verður at seta spurningar.

Øll eru vælkomin at gera sína ávirkan galdandi á aðalfundinum hin 18. Februar 2015 kl. 19:30 í hølum Føroya

Arbeiðarafelags.
Við javnaðarkvøðu