Alment kjak um fosturtøku

Í morgin 30. august skipar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fyri politiskum kjakfundi niðri í Miðlahúsinum í Havn um nógv umrøddu fostutøkulógina.

Kanningin hjá Javnaðarflokkinum vísir millum annað, at fleiri føroyingar enn áður eru fyri fríari fosturtøku. Flestu føroyingar halda tó framvegis, at fosturtøka bert skal loyvast undir ávísum umstøðum. Harumframt vísir kanningin, at bert ein av fimm føroyingum halda, at lógin verður fylgd, meðan triði hvør sigur seg vita um fosturtøkur, sum eru framdar av øðrum orsøkum enn tær, sum lógin loyvir.

Á fundinum verður fyrst ein framløga, har støðan í dag verður lýst, eins og greitt verður frá meiningarkanningini.
Síðani verður stutt kjak millum politisku ungmannafeløgini, og til endans fara umboð fyri Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi at siga sína hugsan og svara spurningum.

Fundurin verður í Miðlahúsinum, mikukvøldið 30. august, kl 19.00. Sólvit Nolsøe verður orðstýrari.
Tað er ókeypis atgond og øll eru vælkomin.

Kelda: Javnaðarflokkurin á Fólkatingi