Bygging av vardum íbúðum í Klaksvík og Runavík

Í einum § 52a fyrispurningi spyr Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um bygging av vardum íbúðum í Klaksvík og Runavík.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

  1. Nær verða íbúðirnar klárar at taka í nýtslu?
  2. Hvussu nógv fólk fáa tilboð um íbúð/búpláss, ið ikki frammanundan hava eitt tilboð?
  3. Hvussu stórur er  bíðilistin til  bústaðartilboð í Eysturoy og Norðoyggjum, eftir at íbúðirnar eru tiknar í nýtslu?

Viðmerkingar:

Tað er ein mannarættur at fáa egnan bústað, og tí eiga vit at gera tað, ið skal til fyri at útvega okkara borgarum við serligum avbjóðingum egnan bústað.

Tað hevur alstóran týdning fyri tey avvarðandi, at teirra børn fáa sama rætt til bústað og luttøku í samfelagnum á jøvnum føti við okkum onnur. Hetta lættir eisini munandi um ta stúran, ið foreldur og onnur avvarðandi hava, um teirra næstu, ið hava serligar avbjóðingar.

Í 2014 var farið undir at byggja vardar bústaðir í Mylnutúni í Klaksvík og í Runavík. Tilsamans 20 íbúðir í Klaksvík og 12 í Runavík. Harumframt er ein verkætlan í gongd, har ein búfelagsskapur við 8 íbúðum verður bygdur við Heygavegin í Klaksvík í einum samstarvi millum Klaksvíkar kommunu, Almannaráðið og Bústaðir. Nú er arbeiðið komið so langt áleiðis, at klárt er at flyta inn við Heygavegin í Klaksvík, og íbúðirnar við Mylnutún í Klaksvík og í Runavík verða eftir ætlan lidnar seinni í vár.

Tørvurin á vardum íbúðum kring landið er stórur. Á heysti 2014 fekk Fíggjarnevndin upplýst frá landsstýriskvinnuni á almannamálum, at heili  82 borgarar standa á bíðilista til vardan bústað og bú- og viðgerðartilboð eftir § 32 og § 27 stk. 1 í forsorgarlógini. Fyri 12 av teimum 82 borgarum er bíðistøðan ikki virkin. Av hesum 12 búgva 11 heima og 1 í Danmark. Harumframt eru 21, sum hava búpláss í Almannaverkinum, og hava fingið játtað flyting til annað búpláss í Almannaverkinum.

Tey, ið standa á bíðilistanum, eru úr øllum landinum, 28 borgarar búgva í Suðurstreymoy, 5 í Norðurstreymoy,1 í  Sandoynni, 3 í Vágum, 26 í Eysturoynni, 14 í Norðoyggjum, 2 í Suðuroy og 3 í Danmark.

Sostatt standa 40 fólk á bíðilista í Norðoyggjum og Eysturoy. Tað er ikki óhugsandi, at fleiri eru komin afturat á bíðilistanum.

Tað er ein skylda, at vit sum samfelag útvega okkara borgarum við serligum avbjóðingum virðilig kor. At fáa egnan bústað er eitt tað týdningarmesta í lívinum hjá okkum øllum. Nógv hava staðið á bíðilista í áravís, og tí er spenningurin stórur, um tey, ið hava bíðað so leingi, nú loksins eru ímillum tey hepnu, ið fáa tilboð um egnan bústað.

Á Løgtingi,   23. apríl 2015

Eyðgunn Samuelsen