Framtíðin er okkara

FRAMTÍÐIN ER OKKARA – nýggj bók eftir politiska spíran Høgna Reistrup

Hálvsprotna tjóð okkara hevur allar møguleikar at ogna sær sjálvbjargni og harvið at standa í fullum blóma.

Ein ungur, væl útbúgvin maður ætlar sær upp í politikk. Hann greinar ta støðu, samfelagið er í, og greinar, hvussu hann heldur, vit eiga at bróta slóð og skipa eitt samfelag, sum er sjálvbjargið og ikki heft at peningaligum stuðuli úr øðrum landi.

Viðgerðin er grundað á eina liberala hugsjón og lýsir, hvussu eitt gott føroyskt samfelag sær út. Her verður ærliga og siðiliga sagt frá, hvussu Høgni sær málið – sum allir aðrir partar kunnu taka støðu til og vera ósamdir við.

Høgni grundar, hvussu Føroyar verða gjørdar sjálvbjargnar, samstundis sum tryggleikin í samfelagnum verður varðveittur. Hann greiðir frá, hví tað er so umráðandi hjá einum landi at vera sjálvbjargið í einum altjóðagjørdum heimi. Hann lýsir samfelagið, sum tað er nú, og leitar ikki aftur í tíðina at sannføra fjøldina um tann týdning, sum strembanin móti sjálvbjargni hevur fyri eina tjóð.

Høgni setur spurningar sum hesar:

Var Noreg eitt betri land í dag, var landið enn undir svenskari krúnu?

Var Finnland betur fyri, ráddu russar enn í landinum?

Og hevði Ísland verið ríkari, atkvøddi fólkið ikki fyri sjálvbjargni í 1944?

Við teimum søguligu prógvunum, vit hava, er svarið í stuttum ”nei, sannlíkindini eru ikki stór”, hóast óvissur altíð eru knýttar at stórum avgerðum.

Eftir at jarntjaldið rapaði, vóru nógv bangin fyri øllum møguleikunum, teimum stóð í boði, tá ið planbúskapurin varð skiftur út við eitt slag av marknaðarbúskapi. Fólkið í Eysturevropa hevði vant seg við ein avmarkaðan veruleika við skerdum frælsi at taka egnar avgerðir. Úrslitið var, at nógv tvíhildu um gomlu skipanina, ið hevði kúgað fólkið gjøgnum fleiri áratíggju. Støðan í gamla DDR kann tíbetur ikki beinleiðis sammetast við føroysku støðuna. Men sjálvur mergurin í hesum atburði er hin sami.

Longur vit eru knýtt at skipanum, verri verður at slíta seg leys, standa á egnum beinum og skapa møguleikar á egnum grundarlagi. Fólk kunnu gerast góð við tað, tey hava, hóast tað avmarkar teirra frælsi. Soleiðis er eisini við landi okkara.

Sjálvræði er sjálvur grundvøllurin undir framhaldandi menning í landi okkara. Heimurin í dag krevur ómetaliga nógv, og tað eru hesi krøv, ið vit á fullgóðan hátt bara kunnu ganga á møti, taka vit á okkum alla ábyrgd heldur enn at lata hana lutvíst upp í hendurnar á øðrum.

Doyvandi almennur stuðul úr øðrum londum er ikki ein gongd leið í ein og tjúgundu øld. Vøkstur kemur við tættari samvinnu við onnur lond, nýggjum borgarum úr øðrum londum og við vælútbúnari arbeiðsmegi.

Arbeitt verður altíð fyri áhugamálum hjá hvørjum landi sær. Mangan í samstarvi við onnur, men grundleggjandi við støði í egnum tørvi og avbjóðingum hjá fólkinum. Hetta er orsøkin til, at vit ikki kunnu bíða eftir øðrum og vænta, at onnur broyta Føroyar. Øll lond hava egnar avbjóðingar og egin áhugamál at røkja. Fremsta uppgávan hjá eini og hvørjari tjóð er og verður tískil at hugsa um seg sjálva og síðani fara í opið samstarv við aðrar tjóðir.

Soleiðis verða lond bygd. Soleiðis skulu vit byggja Føroyar.

Bókin verður løgd fram á politiskum tiltaki í Perluni hóskvøldið 13. aug. kl. 20:00

Bókin kostar 198 kr. í bókabúðum men fæst fyri 150 kr. á tiltakinum hóskvøldið.