Karlamagnussarbreyt skal gerast tryggari

Tórshavnar kommuna boðar í kvøld frá, at Karlamagnussarbreyt skal gerast tryggari. Í Degi og viku í kvøld var stórur kritikkur av vánaligu ferðsluviðurskiftini tætt við skúlan.

Sera stórt byggivirksemi er við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík í løtuni. Her verða fleiri stór handils- og bústaðarhús bygd samstundis, og tað setur sera stór krøv til bæði byggivinnuna og tey ferðandi.

Tórshavnar kommuna arbeiðir í løtuni við at tryggja, at øll tey, sum standa fyri hesum byggivirksemi, fáa eina áminning um at halda trygdarreglurnar, meðan bygt verður.

Tað áliggur hvørjum einstøkum byggiharra at halda trygdarreglurnar, meðan bygt verður, bæði á sínum matrikkli, og á almennu økjunum nærhendis, ið verða rakt av virkseminum.

Í løtuni er virksemið størst í ovara enda á Karlamagnusarbreyt, har tað í løtuni er einsrættað niðaneftir og ferðin er avmarkað til 30 km/t. Hetta økið liggur niðan móti stóra parkeringsøkinum og høvuðsinngongdini hjá Skúlanum við Løgmannabreyt, har nógv børn ferðast.

Kommunan staðfestir, at tað ikki er loyvt at brúka almennan veg til byggiøki, uttan at loyvi er givið til tess frammanundan. Skeltingin skal eisini yvirhaldast av teimum koyrandi, annars verður tað avgreitt sum eitt løgreglumál.

Í næstum verður farið undir arbeiðið at gera hevaða flatu árakað Atlagøtu, sum er tarnandi fyri ferð. Hetta verður valt ístaðin fyri eina rundkoyring.

Eisini verður arbeiðið boðið út at gera gongubreyt lidna í báðum síðum, frá Atlagøtu og allan vegin niðan móti Rólantsgøtu. Hetta skuldi gjørt farleiðina munandi tryggari.

Komandi ár verður arbeiðið ætlandi boðið út at gera fleiri parkeringspláss við Karlamagnusarbreyt. Býarskipanardeildin undir teknisku fyrisiting arbeiðir eisini við ætlan um gera fleiri gøtur í umráðnum.

Ein ferðslutrygdargrannskoðan er eisini gjørd, ið lýsir trygdartrupulleikar hjá teimum ferðandi og kemur við loysnum. Tilmælini í hesi kanning eru partur av samlaðu loysnini fyri økið.

Heitt verður annars á ferðandi til gongu ella á súkklu um at vísa størsta varsemi, eins og heitt verður á bilførarar, um so vítt møguligt at velja farleiðina uttan um ovara partin av Karlamagnusarbreyt, har sera nógv byggivirksemi er í løtuni.

Kelda: torshavn.fo