Tórshavnar kommuna útstykkar á Klingurtjørn

Her eru nakrar myndir frá kunnandi fundinum í gjárkvøldið, tá ið komandi húsaeigararnir fingu ymiskt at vita um byggitreytir, byggistig og annað, nú nýggja útstykkingin við Klingurstjørn á Argjum skjótt verður liðug.

Í hesi seinnu útstykkingini við Klingurstjørn eru 45 grundøki.

Tá ið Tórshavnar kommuna fær lidnu útstykkingina handaða í august 2019, skal Umhvørvisstovan matrikkulera økið, og síðani sleppa nýggju eigararnir framat og kunnu fara undir at byggja sítt heim.