Kristina spyr um fígging av eldraøkinum

Kristina Háfoss hevur munnligan fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi manglandi sáttmála við kommunurnar um fígging av eldraøkinum

  • Hví er sáttmálin millum landið og kommunurnar um fígging av eldraøkinum ikki undirskrivaður enn?
  • Hvat er eftir at semjast um?
  • Væntar landsstýrismaðurin, at innihaldið í sáttmálanum verður broytt, tá umræður uppgávur ella upphædd, í mun til tað, ið varð kunngjørt í fjør?
  • Nær væntast uppgávubýtið millum landið og kommunurnar viðvíkjandi eldraøkinum og heimarøktini at verða nágreinað og greitt?
  • Kann landsstýrismaðurin tryggja, at kommunurnar ikki verða álagdar uppgávur, ið landið ikki hevur røkt, áðrenn ábyrgdin varð flutt frá landi til kommunurnar?
  • Kann landsstýrismaðurin tryggja, at um so er, at kommunurnar fáa álagt nýggjar uppgávur, í sambandi við eldraøkið ella heimarøktina, at kommunurnar fáa samsvarandi inntøkur frá landinum?
  • Nær væntast sáttmálin at verða undirskrivaður?

Viðmerkingar


1. januar 2015 valdu samgongan og landsstýrið at leggja eina grundleggjandi vælferðartænastu út til kommunurnar at taka sær av. Talan er um alt eldraøkið og heimatænastur til fólk í øllum aldri.
Sera nógvir “leysir endar” vóru í málinum, og eru tað enn. Hetta var m.a. lýst í álitinum, tá fíggingin av eldraøkinum varð viðgjørd í Løgtinginum – Les álitið her
Hóast økið nú er kommunalt, og kommunurnar skulu hava góðar 400 mió. kr. í øktum útreiðslum og fleiri inntøkur frá landinum, so er sáttmáli um fígging av eldraøkinum framhaldandi ikki undirskrivaður.

Tað er sjálvandi ikki nøktandi – hvørki fyri landið ella kommunurnar – at sáttmáli ikki varð undirskrivaður millum land og kommunur áðrenn 1. januar 2015, og helst áðrenn samgongan við lóg samtyktið málið í fjør.

Fyri at fáa lýst málið verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 10. februar 2015
Kristina Háfoss