Tey ”ríku” gjalda størri part av samlaða skattinum

Síðan flatskattin í 2012  kemur alsamt vaksandi partur av øllum inngoldnum skatti frá teimum, sum tjena mest.

Hetta er júst tað øvugta av tí, sum tey vinstrahallu, fjølmiðlar (serliga KvF) royna at siga fólki, nevniliga at tey ’ríku’ gjalda minni í skatti.

Stabbamyndin, sum byggir á tøl frá Hagstovuni, vísir, at frá 2011 (seinasta árið við gamla skattastiganum) til 2013 minkaði skattaparturin hjá øllum teimum løntakarum, sum tjentu undir 100.000 kr um árið, úr 3% niður í 2,8% av samlaða skattinum.

Teir føroyingar, sum tjentu millum 100.000 kr og 250.000 kr, rindaðu tilsamans 20,4% í 2011 men bert 19,4% í 2013 av samlaða skattinum.

Tað, sum undrar mest, er, at tey fólk, sum tjentu millum 250.000 kr og 400.000, rindaðu 33,8% av øllum tí inngoldna skattinum í 2011 og bert 32,5% í 2013.

So koppar á
Nú vendist í holuni. Inntøkurnar millum 400.000 og 600.000 kr um árið fara at gjalda meiri í skatt, tilsamans 25,4% í 2011 upp í heili 26,6% av øllum skattinum í 2013.

Taka vit so bólkin við hægst inntøkum, nevniliga fólk við oman fyri 600.000 kr í ársinntøku, so hækkar teirra lutfall av samlaðu skattainngjøldinum úr 17,4% í 2011 upp í 18,7% í 2013.

Leggja vit tølini saman, síggja vit, at skattgjaldarar við inntøkum upp til 400.000 kr rindaðu 57,2% tilsaman av samlaða skattinum í 2011, men bert 54,7% í 2013. Tað svarar til, at flatskatturin gav teimum 2,5% í skattalætta tey bæði fyrstu árini.

Hin vegin gjørdi flatskatturin, at tey ’ríku’ við inntøkum oman fyri 600.000 kr rindaðu 2,5% meiri enn tann stigvaksandi skatturin áðrenn 2011.

Flatskatturin fær tey ”ríku” at gjalda meiri skatt
Hesi tølini gera uppáhaldinum fyri skommum, at allir fordómar um, at flatskatturin bert kom teimum ’ríku’ til góðar. Flatskatturin hevur økt hugin hjá øllum føroyingum at arbeiða og tjena meiri enn tann progressivi skatturin áðrenn.

Henda sannroynd hevur gagnað bæði skattgjaldarum, búskapinum sum heild umframt kommunum og landi.

Tað má sigast vera hugvekjandi, at tey 84% av skattgjaldarunum, sum tjena undir 400.000 kr um árið, rinda 55% av samlaða skattinum,.

Men tey 16% av skattgjaldarum, sum tjena oman fyri 400.000 kr, gjalda 45% av samlaða skattinum.

So sum vinstrapressan (serliga KvF) trýstir huglagið hjá føroyingum niður við ringum tíðindum, skuldi ein hildið, at tað var øvugt.

Eitt er púra vist: Gjalda lág- og miðal inntøkur alsamt minni part av tí samlaða skattinum tey fyrstu tvey árini við flatskatti, so verður tann gongdin enn betri í 2014 og 2015, sum sæst, tá Taks hevur fingið neyv tøl fyri hesi árini.

Fólkaflokkinum