Vælferð og tryggleiki føroyinga, treytar á sjálvbjargni

Vit eiga, at fáa fullveldi aftur á dagsskrá. Vit skulu sjálvi taka ábyrgd og ræði á okkara egna tjóðarbúskapi og seta sjøtil á eina tilgongd, har ríkisveitingin minkar niður í einki. Tað merkir ikki, at vit byrgja okkum inni ella taka frástøðu frá Danmark, tvørturímóti merkir sjálvræði, at vit gerast sterkari í felagsskapi við onnur.Øll vælferð og tryggleiki føroyinga, treytar á sjálvbjargni og at vit taka ábyrgd av okkum sjálvum, at vit sjálvi sita við borðið, har avtalur verða gjørdar – tað veri seg við onnur lond ella sum sjálvstøðugur limur í fleirlanda samgongum. At troyta teir møguleikarnar, sum bara sjálvstøðug lond hava. Øllum hesum forðar ríkisfelagsskapurin fyri.

Eg eri so heilt vísur í, at ríkisfelagsskapurin ikki er nøktandi fyri okkum Føroyingar!

Blokkurin okkum ikki tørvar

At ríkisveitingin var dagførd við 3. viðgerð 17 desember 2013, var uttan iva, eitt stór afturstig fyri Føroyskt fullveldi. Ja, hetta var stór skomm fyri mangan føroyingin.

Heldur eiga vit, at arbeiða miðvíst ímóti minking av blokkinum. Minkingin av blokkinum hevur við sær krav um neyva búskaparliga stýring. Eitt mál má alla tíðina vera, at útreiðslurnar hjá tí almenna ikki vaksa lutfalsliga meira enn inntøkurnar, slíkt tað hevur verið, í undanfarin ár.

Við ríkisveitingini koma pengar inn í føroyska búskapin, sum vit ikki sjálvi hava skapt virðir fyri. Tað er við til at gera okkum ábyrgdarleys búskaparliga og heldur okkum undan at effektivisera økir, sum kundu verið skipað betur. Slíkur stuðul hevur í mínum hugaheimi, ein grundleggjandi skeivleika við sær.

Stjórnarskipan Føroya er leiðin til sjálvbjargni

Løgtingi eigur, at samtykkja Stjórnarskipan Føroya. Hon er grundarlag undir stýri og fyriskipanin okkara, ið skal tryggja frælsi, trygd og trivnað. Føroyar verða skipaðar eftir nútíðar tørvi á siðaarv okkara við fólkaræði, løgræði, rættindum og skyldum.

Arbeiði við, at smíða eina nýggja stjórnarskipan, hevur staði á í fleiri ár. Tíanverri er hetta mál aldrin komi til atkvøðu í løgtinginum. Stjórnarskipan Føroya má raðfestast í komandi samgongu.

Fólkaatkvøða um fullveldi

Tað eru 69 ár liðin síðan vit á fólkaatkvøðu samtyktu at gerast eitt sjálvstøðugt ríki. Fólkaatkvøðan var samtykt á Føroya løgtingi tann 10. Mai 1946.

Tey yngstu ið høvdu valrætt í 1946 eru í dag 87 ára gomul. Øll hini ímillum hava aldrin havt møguleikan, at tikið greiða støðu um okkara tjóðskaparligi samleika.

Arbeiðast skal fyri, at vit um fá ár skipa fyri fólkaatkvøðu um fullveldi, so Føroya fólk fær tikið støðu til okkara tjóðskaparligt frælsi.

 Eg ynski tjóðskaparligt frælsi til okkum Føroyingar

Rúni Sundberg Patursson

Valevni fyri Framsókn