Veitið neyðhjálp til Vanuatu!

Høgni Hoydal formaðurin í Tjóðveldi, heitur á Landsstýri, um at lata neyðhjálp til oyggjaríkið Vanuatu í Kyrrahavinum, ið fyri nøkrum døgum svíðan, varð rakt av eini ógvusligari náttúruvanlukku, har ein ódn legði nær um alt landið í oyði.

Høgni Hoydal sigur í sóini áheitan:
Fólk hava latið lív og meginparturin av tjóðini er vorðin heimleys. Upp í 90% av húsunum í høvuðsstaðnum eru burtur, og alt infrakervið er í sorli.
Í Vanuatu – sum gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1980 – búgva góð 200.000 fólk. Talan er um eitt oyggjasamfelag við 85 oyggjum, har fólk býr á 65 teirra. Landaøkið er tilsamans góðar 4.700 ferkilometrar – á leið tríggjar ferðir størri enn Føroyar.
Lutfalsliga í mun til stødd og fólkatal er talan um eina ta størstu náttúruvanlukku fyri eina tjóð yvirhøvur, sum vit vita um.
Ikki eigur at vera trupult hjá okkum í Føroyum at skilja, hvussu út av lagi ring støðan er hjá fólkinum og myndugleikunum í Vanuatu, og hvussu stórur tørvur er á hjálp.
Tí verður hervið heitt á Landsstýrið um beinanvegin at veita neyðhjálp til Vanuatu.