Vit eru hvørki gomul ella eldri

Mynd: torshavn.fo

Røðan, ið Annika Olsen borgarstjóri helt, tá hon í morgun setti Eldradagin í Tórshavnar kommunu:

Góðan morgun øll somul og vælkomin á Vaglið til setan av Eldradegnum 2018, ið er partur av alheims Eldradegnum hjá Sameindu Tjóðum.

Lat tað vera sagt beinanveg; vit eiga veruliga framúr virkin, vakin og røsk tilkomin fólk í okkara kommunu. Bara at skula fyriskipa ein tílíkan dag við øllum tiltøkum, ið eru á skránni, ber boð um virkisfýsni og eitt sterkt engagement.

Onkuntið, tá eg havi tiltalað tykkum sum gomul ella eldri, eri eg blivin rættað, svarið hevur verið ”vit eru hvørki gomul ella eldri”. Havi mangan hugsað um, hvussu lívsjattandi hetta er, tí tit eru netupp ung í einum tilkomnum likami, ið ber ein tungan førning av drúgvum royndum og hollari vitan. 

Nøkur síggja tað 3. lívsskeiðið við ótta, meðan onnur njóta tað lívsinnlit sum gongur hond í hond við tað at gerast tilkomin.

Svenska sjónleikarinnan, Ingrid Berman segði:

”Aldur er sum at ganga uppá eitt fjall. Man gerst eitt sindur móður, men man fær eitt gott útsýni”

Og tað er jú tað fantastiska, tá ið árini leggjast afturat at man kann síggja afturá ein langan og spennandi túr ígjøgnum lívið.

Tit ið liva í 3. lívsskeiðinum hava livað eitt langt lív og eru á tremur av vitan. Sum samfelag eiga vit at duga at gagnnýta hesa vitan í nógv størri mun enn vit gera, tí tað gevur samfelagnum samanhangskraft. 

Vit mugu koma burtur frá ”vit og tit hugsanini” ella ”tey ungu og tey gomlu”. Hetta skapar eina gjógv ímillum ættarliðini, imíllum tey ungu sum halda seg vita alt, tey ungu, sum hava boð uppá alt, hvussu tað skal gerast og so tey gomlu, sum eru out of date.

Istaðin eiga vit at binda ættarliðini saman, lurta eftir hvørjum øðrum og skilja hvønn annan. Hetta gevur eitt sterkt samfelag, hetta gevur eina góða sálarheilsu, har virðing er í hásæti og har vit ikki bert merkja fløvan í hondini hjá hvørjum øðrum, men í virðing læra hvønn annan og geva av tí, vit eru best til. 

Havi í seinastuni eygleitt sambandið millum eldra sonin, ið skjótt fyllir 16 ár, og mammu mína. Hann er byrjaður at vitja ommuna og abban eftir skúlatíð. Havi spurt hann um, hvat tey gera. Svarið er: – Mamma, omman hevur so nógv uppá hjarta, hon hevur so nógv at fortelja um alt lívið hjá sær og tað er so spennandi. Og so leggur hann afturat, at tað er so hugnaligt, tí hon hevur altíð góða tíð.

Hetta kom frá hjartanum á einum ungum dreingi, sum sær tað virðismikla í ommu síni og tíðini, hon hevði at geva honum, og samstundis er tað ein tíðarspegil uppá, hvat veruliga hevur týdning í einum heldur hektiskum gerandisdegi.

Eftir mínum tykki er hetta eitt gott dømi um góða sálarheilsu fyri bæði ættarliðini, fyri mammu mína, ið er komin til árs, at hon fær fortalt í nøgdemi og gleði um sítt spennandi lív, har hon fær givið av sínum lívsførningi, og vónina i bróstinum á einum ungum dreingi, ið skjótt skal stíga síni fyrstu veruligu fet út í lívið. 

Sálarheilsa er sjálvsagt eisini at hava eina góða heilsu. Ikki øllum unnist at hava eina góða heilsu, men vit fegnast øll um, at tað gerast alt fleiri frísk eldri, sum hava eitt virkið lív longri – og harvið eru við til at skapa eitt ríkari samfelag fyri øll ættarliðini. Og vit eru samd um, at vit eiga at tryggja okkum, at vit hava eitt samfelag, har tað er gott og trygt at gerast gamal. Tórshavnar kommuna er tí eisini partur av tí arbeiði, sum setir fokus á umstøðurnar og lívsdygdina hjá okkara tilkomnu borgarum.

Lyklaorðið fyri trivnað er fyribyrging. Tað er ikki av tilvild ella bara til stuttleika, at vit fara at dansa eftir setanina. Ein sera stórur partur av okkara arbeiði eigur at snúgva seg um fyribyrging av sjúku og sjúkuárinum. Fyribyrgjandi heimavitjan er partur av hesum arbeiði.

Við at vera virkin á ymiskan hátt,at vera partur av einum felagsskapi og at gera ymiskt við fullum huga, ið gevur meining fyri einstaklingin, kunnu vit styrkja og bøta um okkara sálarligu heilsu. 

Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga, eru ráðini. Hetta samsvarar væl við slagorðini hjá Tórshavnar kommunu: Virkin og vakin – alt lívið!

Hetta snýr seg eisini um, at okkara eldru skulu hava møguleika at vera virkin í samfelagnum og hava rætt til umsorgan, herundir atgongd til heilsutænastur, soleiðis at tey kunnu viðlíkahalda ella vinna aftur kropsliga, andaliga og sálarliga vælværu og fyribyrgja ella seinka sjúku. 

Tað er einastandandi, at vit hava virkin eldrafeløg og eldraráð, ið kunnu vegleiða okkum politikkarar og geva góð ráð í hesum sambandi, serliga nú vit hava fulla ábyrgd av eldrarøktini.

Vit fáa gjøgnum heimavitjanartænastuna sera gott innlit í tørvin hjá teim eldru, sum búgva heima, og kommunan kann tí betri skipa tilboð og tænastur í samsvari við veruliga tørvin. Tænastan skapar álit, tryggleika og trivnað millum borgararnar og kommununa. 

Tann góða fakliga ráðgevingin og venjingarnar eru tí við til at geva okkara eldru borgarum eitt betri grundarlag fyri tí góða lívinum sum eldri, fult í samsvari við grundvirðini í eldrapolitikkinum hjá kommununi.

Umframt sálarheilsu, so er evnið bústaðarviðurskiftini á hesum altjóða eldradegi. Tað hóvar okkum væl, at tit taka bústaðarviðurskiftini upp til viðgerðar. Kommunan hevur leingi stuðlað arbeiðnum hjá Bústaðir, har eisini eldri hava fingið møguleika at býta stór og rakstrarkrevjandi hús í miðbýnum um við smærri og meira hóskandi íbúðir. 

Fyrr vóru ættarlið knýtt saman náttúrliga gjøgnum arbeiðið í gerandisdegnum. Ættarliðini høvdu brúk fyri hvørjum øðrum, og omma og abbi høvdu sín natúrliga leiklut í húsarhaldinum, ikki minst eftir pensjónsaldur. Ì dag búgva sjálvdan fleiri ættarlig í sama húsi, Broytta lívsmynstrið setir størri krøv til tann einstaka at tryggja sín aldurdóm, men tað setir so sanniliga eisini krøv til kommunurnar. 

Tí eru vit fegin um, at fyrsta útboðið av leiguíbúðum undir Kongavarða eisini umfatar íbúðir til okkara eldri borgarar fór av bakkastokki í vikuni. Hetta er fyrstu ferð at kommunan fer inn í samstørv um at byggja eldraíbúðir eftir nýggju eldralógini. Hetta er bara fyrsta royndin av mongum, har eisini verður hugsað um bústaðartørvin hjá okkara eldru, og har bústaðarøkini í framtíðini verða karmur um ein ymiskleika, ið umfatar eldri sum ung og fólk við serligum tørvi.

Tað er góður eldrapolitikkur at skapa karmar við einum minni býli á eldri árum, eitt hóskandi býli, sum er lætt at fara um. Tað er sunnur eldrapolitikkur, samstundis sum hetta skapar betri kamar hjá ungum barnafamiljum at fáa sær eini tøk sethús. 

Góðu tit øll, limir í eldraráðnum, starvsfólk og sjálvboðin – eg skal veita tykkum øllum stóra tøkk fyri tykkara týdningarmikla og kompetenta lut í arbeiðinum fyri okkara eldru borgarar og okkara kommunu. 

Vit vóna sjálvandi øll, at Tórshavnar kommuna eisini í framtíðini skal vera eitt gott og trygt stað hjá øllum, yngri sum eldri. Vit eiga alla tíðina at hava sum stavnhald, at trivnaður skal standa í hásæti, tí uttan trivnað kann alt hitt líkasum gera tað sama.

Eg fari at ynskja tykkum øllum ein góðan eldradag, eg vóni at eisini hesin dagurin fer at økja um trivnað og samanhald og at stór nytta verður í teimum átøkum og tilboðum, sum standa øllum í boði í dag. 

Eg vil enda við orðunum hjá Abraham Lincoln, sum segði:

”Til endans er tað ikki mongdin av árum í tínum lívi, sum telur – tað er mongdin av lívi í tínum árum”.

Og hervið er eldradagurin 2018 settur.

Takk fyri og havið ein góðan dag øll somul

Annika Olsen
borgarstjóri

Kelda: torshavn.fo