Arbeiðsloysið er óbroytt 3,2%

Í desember 2014 var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 883 fólk, svarandi til 3,2%. Tað eru eitt fleiri enn í november men 265 færri enn fyri einum ári síðani.

Í  2014 minkaði arbeiðsloysið nakað meir hjá monnum enn hjá kvinnum. Frá desember í 2013 til desember í 2014 minkaði arbeiðsloysið hjá monnum úr 516 í tali, ið eru 3,5%, niður í 343, ið eru 2,3%. Hjá kvinnum minkaði arbeiðsloysið úr 628 í tali, ið eru 5,0%, niður í 541, ið eru 4,3%. Sostatt minkaði arbeiðsloysið hjá monnum við 173 og hjá kvinnum við 87.

Tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, er tað 898 fólk í talið ella 3,3% í desember 2014. Hetta eru 48 fleiri enn í november 2014 men 273 færri enn í desember 2013.

Les meira her