Vinnudagurin 2017

15. septembur hittist vinnan til samveru og íblástur, tá ið árligi vinnudagurin aftur verður hildin.

Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá vinnuni, har tey, ið hava skarað frámúr farna ári, verða heiðrað og fólk frá føroyska vinnulívinum hittast fyri at fáa íblástur og tosa um felags áhugamál.

Á Vinnudegnum 2017 verða ymisk viðkomandi evni viðgjørd og lýst í fyrilestrum við bæði føroyingum og útlendingum. Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.

Á skránni verður m.a Walter Qvam, fyrrverandi stjóri í Kongsberg, ið fer at greiða frá avbjóðingum og møguleikum hjá fyritøkum í talgilda samfelagnum.

Eisini fer danski íverksetarin, ið vit kenna m.a sum dómara í sendingini Løvens Hule á DR, Tommy Athlers at tosa um, hvussu føroyskar fyritøkur og einstaklingar gerast betur til íverksetan.

Graham Stewhart, stjóri í Faroe Petroelum, fer at tosa um hvussu tað er at arbeiða í undan og mótvindi og um at taka av møguleikum at vaksa – eisini undir avjóðandi umstøðum.

Alla skránna sært tú inni á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.