Tveir nýggir kommunulæknar

Ása Jaspurdóttir Jacobsen og Amalia Danielsen eru júst vorðnar lidnar við útbúgving teirra sum serlæknar í almennum medisini – vanliga nevnt kommunulækni, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðu síni.

Tær hava tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har tær hava verið í ymiskum læknaviðtalum runt í landinum, ávikavist í Tórshavn hjá Anniku Olsen, og í Miðlon í Tórshavn hjá Guðrun Zachariassen. Ása hevur fingið fast starv í Eiðis læknadømi, ímeðan Amalia hevur fingið vikariat í Tórshavn.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna.

Mynd: www.ls.fo