Spar battarí á tíni telefon

Mynd: vodafone.fo

Á heimasíðuni Vodafone.fo hevur Jákup Eydnugarð, vinnukundaleiðari ein blogg um, hvussu til ber at spara battaríini á snildtelefonum.
Tey flestu hava eina snildtelefon í dag og hava upplivað, at battaríið á telefonini brennur skjótt. Sjáldan heldur telefonin ein heilan dag. Tað kann elva til argilsi inn á bæði telefon og battarí!

Áðrenn sinnismunurin fær yvirhond kunnu vit her vísa tær á nøkur prei, har tú við nøkrum einføldum broytingum kann fáa títt battarí at halda longur.

  1. Ikki brúka alt battaríið. Ímóti vanligari trúgv, so loysir seg tað seg ikki at fara frá 100% til 0% og uppaftur alt ov ofta.
  2. Sløkk appir tá tær ikki eru í nýtslu. Appir hava tað fyri, at hóast tær ikki eru brúktar, so brúka tær orku allíkavæl.
  3. Dempa ljósið á skíggjanum.Meginreglan er, at bjartari ljós krevur meira orku.
  4. Sløkk notifications frá óneyðugum appum. Tað er møguligt at fáa notifications á tær allarflestu appirnar, men eg rokni við, at tey flestu hava ikki áhuga í at fáa tær sjálvvirkandi uttan tað er eitt sms, ein teldupostur ella okkurt líknandi.
  5. Ansa eftir, at telefonin ikki er ov heit. Battaríið missir orku og slítist av at liggja í hita.
  6. Sløkk Location Services, ið brúkar GPS fyri at staðfesta hvar tú er. Nógvar appir brúka hesa funktión fyri at bjóða eina betur tænastu, men hon brúkar nógva orku fyri at arbeiða.
  7. Sløkk Bluetooth, tá tú ikki brúkar tað.Bluetooth er sera hent at brúka til eitt nú tráðleys headsett og tráðleysir hátalarar. Men tað brúkar sjálvsagt battarí at hava tað frá.

Les nærri grundgevingar hjá Jákupi Eydnugarð her